Kinga Eysturland
Kinga Eysturland er ættað úr Gdańsk og hevur í nógv ár býtt lív sítt millum Klaksvík og Montevideo. Hon er útbúgvin á Lærda Háskúla í Gdańsk í norðurlendskum viðurskiftum við donskum máli sum sergrein. Hon rekur Facebook-síðuna Polonia farerska og stuðlar Nordic Talking Festival, sum er eitt árligt tiltak fyri póllendingar, áhugaðar í Norðurlondum. Hon er høvundur at bókunum "Codziennie jest piątek. Szczęście po nordycku", "Wyspy (bardzo) Owcze. Gawęda północnoatlantycka", "Nordyckie opowieści" og "Reportaż z Montevideo. Miasto, które smakuje yerba mate". Hon skrivar eisini javnan greinir um oyggjarnar, millum annað í tíðarritinum "Zew Północy". Hon er málkøn, amatørmálari, siglari og ferðakvinna, ið hevur vitjað yvir hundrað sjálvstøðug lond.
Síðani 2013 hevur hon rikið gistingarhúsið Eysturland Lodge í Klaksvík. Hon leiðir ferðabólkar runt um oyggjarnar á pólskum, enskum og russiskum. Í nógv ár hevur hon arbeitt fyri at knýta Pólland og Føroyar nærri hvørt øðrum: hon lýsir oyggjarnar fram í Póllandi og Pólland fram í Føroyum og hevur verið við til at skipa fyri ymiskum mentanar- og samfelagsligum tiltøkum.
Í ferðabókini hevði hon ábyrgd av lýsandi tekstunum um oyggjarnar (hon hevur vitjað 17 út av 18), og harumframt stuðlaði hon felagsarbeiðnum við at skriva um føroyska samleikan og við at eftirkanna og rættlesa savnaða innihaldið.
W y d a w c a :
KONTAKT Z NAMI
PCIT TRAMP
Iwaszkiewicza 67/8
70-786 Szczecin
Tel. +48 91 432 08 37
www.wyspy-owcze.pl
www.zewpolnocy.pl
Numer konta:
35 1140 2017 0000 4502 1307 1981