Łukasz er føddur í Legnica men flutti ungur til Breslau/Wrocław at lesa á lærda háskúla og er enn búgvandi í Suðurvesturpóllandi.
Hann stovnaði longu í 2006 føroyaáhugafelagið Klubu Miłośników Wysp Owczych (Faroe.pl), sum skipar fyri ferðum til Føroya, fyri bæði bólkar og einstaklingar. Hetta felagið er við tíðini ment seg til at vera einasta pólska ferðamannaskrivstovani, sum er fult fokuserað á føroysku ferðavinnuna.
Hann er fastur gestur hjá ymiskum ferðafeløgnum í Póllandi, hvar hann heldur fyrilestrar og marknaðarførir túrar til Føroya.
Í 2011 stóð hann aftanfyri fyrstu stevnuna hjá pólskum føroyavinum í Wrocław. Saman við Kingu Eysturland, Marcin Michalski og við stuðli frá sendistovu Póllands í Keypmannahavn skipaði Łukasz í 2014 fyri pólska filmadegnum í Norðurlandahúsinum í Havn.
Í ferðabókini skrivaði Łukasz um praktisk viðurskifti fyri ferðafólk, sum ætla sær til ella eru í Føroyum.