Marcin Jakubowski
Stettinbúgvi, hann las landalæru á Adam Mickiewicz lærda háskúla í Poznań. Yrkisútgevari.
Í 1994 gav hann út ferðabók um Bornholm, síðani 1999 hevur hann átt og rikið forlagið PCIT TRAMP, sum gevur út bøkur og tíðarrit um Norðurlond. Ritstjóri og annar høvundur í ferðabólkum forlagsins: "Bornholm", "Skania" og "Suðursvøríki".
Í 2003 skrivaði hann saman við Mark Loos allarfyrstu og higartil einastu ferðabók um Føroyar, sum kom út á pólskum máli ("Wyspy Owcze")
Árini 2004-2009 gav hann út tíðarritið "Bałtyckie Podróże" ("Baltiskar Ferðir") um tNorðurlond í Eystrasalti og síðani 2009 hevur hann verið ritstjóri og útgevari av norðurlandatematíðarritinum "Zew Północy" ("Kall Norðsins"), hvar ymisk føroysk viðurskifti eru eitt fast og afturvendandi evni.
Hann var milum fyriskiparar av fleiri Nordic Cross Point tiltøkum í Stettin, sum snúðu seg um Norðurlond.
Í nýggju ferðabókini skrivaði Marcin um føroysku náttúruna og umhvørvið. Hann er eisini samskipari í ritstjórnini.
W y d a w c a :
KONTAKT Z NAMI
PCIT TRAMP
Iwaszkiewicza 67/8
70-786 Szczecin
Tel. +48 91 432 08 37
www.wyspy-owcze.pl
www.zewpolnocy.pl
Numer konta:
35 1140 2017 0000 4502 1307 1981